Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur

Fult stýrandi Twister trollemmarnir gera, at vit fáa meira fisk og brúka minni olju. Heilt einfalt tí at trolið nú nærum altíð stendur rætt, sigur Árni Dalsgaard, skipari á uppsjóvarskipinum Katrin Jóhannu
Tað eru skjótt 40 ár síðani Árni Dalsgaard fór til skips fyrstu ferð í november 1986, 16 ára gamal. Burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði í landi hevur hann verið sjómaður alt sítt vaksna lív, og síðani Katrin Jóhanna fór sín fyrsta túr triðja jóladag í 2018, hevur hann staðið á brúnni á uppsjóvarskipinum.
Sum skipari á Katrin Jóhannu hevur Árni Dalsgaard brúkt Twister trollemmarnar frá fyrsta degi. Hann hevur tí fylgt gongdini, frá byrjan til fult stýrandi lemmarnar, sum fiskað verður við í dag.
– Menningin hevur verið heilt ótrúlig fram ímóti nýggju, fult stýrandi lemmunum, ið vit fingu umborð í januar í ár. Teir kann eg stýra av brúnni, og so passa teir seg sjálvar. Teir arbeiða nógv viðhvørt, men teir halda seg uppá pláss, sigur Árni Dalsgaard.
Fult stýrandi Twister trollemmarnir gera, at vit fáa meira fisk og brúka minni olju. Heilt einfalt tí at trolið nú nærum altíð stendur rætt, sigur Árni Dalsgaard, skipari á uppsjóvarskipinum Katrin Jóhannu
Tað eru skjótt 40 ár síðani Árni Dalsgaard fór til skips fyrstu ferð í november 1986, 16 ára gamal. Burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði í landi hevur hann verið sjómaður alt sítt vaksna lív, og síðani Katrin Jóhanna fór sín fyrsta túr triðja jóladag í 2018, hevur hann staðið á brúnni á uppsjóvarskipinum.
Sum skipari á Katrin Jóhannu hevur Árni Dalsgaard brúkt Twister trollemmarnar frá fyrsta degi. Hann hevur tí fylgt gongdini, frá byrjan til fult stýrandi lemmarnar, sum fiskað verður við í dag.
-Menningin hevur verið heilt ótrúlig fram ímóti nýggju, fult stýrandi lemmunum, ið vit fingu umborð í januar í ár. Teir kann eg stýra av brúnni, og so passa teir seg sjálvar. Teir arbeiða nógv viðhvørt, men teir halda seg uppá pláss, sigur Árni Dalsgaard.

Í fiskiskapi eru nógv viðurskifti, ið so ella so kunnu ávirka. Og tí er Árni Dalsgaard eisini varin við at seta neyv tøl á, hvørja ávirkan fult stýrandi Twister hava á raksturin umborð á Katrin Jóhannu.
-Nei, tú fært meg ikki at siga, hvussu nógv meira vit fiska. Men við nýggjastu Twister trollemmunum stendur trolið nærum altíð rætt í sjónum. Og tá fiskar tað betur enn eitt trol, sum ikki stendur rætt. Tí kunnu vit fáa somu nøgd av fiski við at tóva styttri, og tað gevur betri góðsku, sum aftur gevur hægri prís, argumenterar Árni Dalsgaard.
Oljunýtslan umborð á Katrin Jóhannu er nógv minkað, síðani reiðaríið yvirtók skipið, ið fór fyrsta túrin triðja jóladag í 2018.
-Nýtslan er farin úr 14,8 tonsum um samdøgrið niður í 10,8 tons í dag. Nógv viðurskifti eiga sín lut í hesi minking, eitt nú eru trolini og onnur útgerð blivin betri og lættari. Men eg eri sannførdur um, at vit spara nógva olju við løttu, fult stýrandi Twister, ið fáa trolið at standa rætt í sjónum, sigur Árni Dalsgaard.