{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Contacts
en

Vit leita eftir nýggjum sølufólki

Vónin hevur tørv á einum nýggjum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv. Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til uppisjóvarvinnuna her heima eins væl og uttanlands.

Vónin hevur tørv á einum nýggjum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv. Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til uppisjóvarvinnuna her heima eins væl og uttanlands.

Førleikar

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir frá trolara og dugir at síggja teg í einum starvi sum sølufólk, ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur stóran áhuga fyri fiskivinnuni.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt øki.  Starvið er fjølbroytt, har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum men eisini ert og vitjar kundar í Føroyum og uttanlands. Tú kemur í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði, og verður arbeiðsstaðurin á høvuðssæti okkara í Fuglafirði.

Starvstreytir

Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Umsókn

Vil tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til Óla á Gravarbø á 230223. Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til og@vonin.com.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og vit sløkkja fyri starvslýsingini um vit finna rætta persónin áðrenn freistin er farin.

Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava og Danmark. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.

Vónin on Instagram

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.